Sum væntað gjørdust Sosialistiski Fólkaflokkurin og Danski Fólkaflokkurin teir stóru vinnararnir á danska kommunuvalinum í dag. Harafturímóti hava teir báðir stóru borgarstjóraflokkarnir, Sosialdemokratarnir og Vinstri, mist atkvøður.
Hóast afturgongdina er Sosialdemokratarnir størsti flokkur, og flokkurin fer eftir øllum at døma at røkka málinum, sum var at vinna borgarstjórarnar í fýra teimum størstu kommununum, Keypmannahavn, Århus, Odense og Aalborg. Nýggjur yvirborgarstjóri í Keypmannahavn verður Frank Jensen, sum tekur við eftir Ritt Bjerregaard.