ÍSF missir eina hálva millión

Skerjingin er ein hálv million, sum svarar til tíggju present av samlaða stuðlinum.

 

Petur Elias Petersen, forseti í ÍSF, sigur, at sparingin er við til at skerja virksemið.

 

- Tað er óheppið, men vit skilja fíggjarligu støðuna, sum landið er í. Vit mugu bara fáa sum frægast burturúr, sigur Petur Elias Petersen.

 

Sparingin er bara galdandi fyri fíggjarárið 2011. Pengarnir verða á aftur fíggjarlógini í 2012, hevur Petur Elias Petersen fingið at vita frá Mentamálaráðnum.