- Vit ákæra ongan fyri nakað, men man kann spyrja hví summar venjingarmiðstøðir ikki eru við í antidoping avtaluni, sigur Petur Mittún, aðalskrivari í ÍSF
ÍSF sendi stutt fyri jól út eitt tíðindaskriv, har tey heita á ítróttarfeløg og ítróttarsambond um at velja tær fýra venjingarmiðstøðirnar til, sum eru við í antidoping avtaluni hjá ÍSF – og harvið velja aðrar venjingarmiðstøðir sum Burn og Yndi Fitness til dømis frá.
Les eisini: ÍSF biður feløg velja ávísar venjingarmiðstøðir frá
- Hetta eru ikki harraboð, hetta er bara ein áheitan til tey feløg og sambond, sum senda síni ungu út í miðstøðir at venja, um at hugsa seg væl um, sigur Petur Mittún, tá ið hann verður spurdur, um hetta ikki er at leggja seg út í vinnuligu kappingina millum venjingarmiðstøðir í landinum.
Petur Mittún vil helst ikki siga nakað um tær venjingarmiðstøðir, sum ikki eru við í antidoping avtaluni, men tað eru í øllum førum tvær, sum púra vist eru á svartalista hjá ÍSF í hesum høpi, og tað eru tær báðar stóru Yndi og Burn.
- Men hvat er tað ÍSF við hesari áheitan ákærir venjingarmiðstøðirnar fyri?
- Vit ákæra ongan fyri nakað, men man kann seta spurnartekin við, hví summar venjingarmiðstøðir ikki vilja vera við, sigur Petur Mittún.
- Leggja tit ikki ávísar venjingarmiðstøðir undir ólógligt virksemi við hesari áheitan?
- Nei vit kunnu sjálvandi ikki siga, at nøkur venjingarmiðstøð við vilja góðtekur ella fremur doping. Tað vita vit einki um. Vit síggja bert hesa áheitan sum eitt natúrligt næsta stig í okkara antidoping arbeiði. Hetta skal ikki tulkast sum nakað krav ella nøkur ákæra. Hetta er bert ein áheitan og ein áminning um at vísa varsemi, sigur Petur Mittún.
Tað kostar 3500 krónur at vera partur av antidoping avtaluni, og tað viðførir millum annað tillagar limatreytir, skeltið, har tað stendur man er partur av AntiDoping Danmark/Føroyar. Somuleiðis viðførir tað, at ÍSF kann gera kanningar á miðstøðunum og annars vera á staðnum og upplýsa um doping og avleiðingarnar av hesum.