Jón Brian Hvidtfeldt
- Vit vilja hava umrøðu, og fyri okkum hevur umrøða meira at siga enn pengar.
Tað sigur Petur Elias Petersen, forseti í Ítróttarsambandi Føroya, sum nú er komin í ta støðu, at hann betalir pengar fyri at selja sína vøru.
Vøran er í hesum føri ítrótturin. Serliga eru tað stóru ítróttarhendingarnar, so sum steypa- og FM-finalur hjá ymsu ítróttargreinunum.
Avtalan millum Kringvarpið og ÍSF, sum Sosialurin hevur fingið innlit í, er undirskrivað 7. februar. Tveir dagar áðrenn steypafinalurnar í hondbólti hjá kvinnum og monnum.
- Fyri framman stóðu nakrar finalur, sum vit vildu hava í sjónvarpið, og havandi í huga vánaligu fíggjarstøðuna hjá Kringvarpinum valdu vit at gera hesa avtalu, sum er galdandi fyri 2013, sigur Petur Elias Petersen.
ÍSF-forsetin sigur seg hava fingið at vita frá Kringvarpinum, at pengar neyvan vóru til tað stóra av ítrótti í sjónvarpinum í ár.
- So út frá eini heildarmeting valdu vit at gera hesa seravtaluna fyri í ár, leggur Petur Elias Petersen afturat.
Upprunaliga fekk ÍSF 300.000 krónur afturfyri rættindini til føroyskan ítrótt. Tað merkti, at Kringvarpið rindaði ítróttinum 300.000 krónur afturfyri øll loyvi at senda frá ítrótti. Fyri nøkrum árum síðani vórðu hesar 300.000 krónurnar konverteraðar til senditíð í sjónvarpinum, hetta sum ein avleiðing av fíggjarligu støðuni í Kringvarpinum. Seinni er líknandi avtala gjørd við aðrar miðlar, eitt nú Rás2, sum í staðin fyri at gjalda fyri rættindi bindir seg til at dekka ítróttin.
Nú fara ÍSF og KvF eitt stig víðari.
Afturat teimum 300.000 krónunum, sum sjónvarpið longu hevur bundið seg at senda ítrótt fyri, er ein ”serlig avtala” gjørd fyri 2013. Avtalan er verd 120.000 krónur, sum ÍSF rindar beinleiðis til Kringvarpið. Í avtaluni stendur beinleiðis, at ”ÍSF er sinnað at veita KvF fíggjarligan stuðul til ítróttin í ár.” Afturfyri bindur Kringvarpið seg til at ”hava eins nógvar ella fleiri 3-2 sendingar á skránni í 2013 í mun til í fjør.” Sambært avtaluni skal Kringvarpið senda rokning hvønn mánaða. Eisini hevur Kringvarpið í avtaluni bundið seg til ”at umrøða deildir, ið hava sponsornøvn, við heitinum tær veruliga hava. Ikki fremsta, besta o.s.fr.” sum tað er orðað í avtaluni.
Góða vøran
Hóast Ítróttarsambandið nú er farið somikið langt sum at gjalda pengar heldur enn at krevja pengar fyri sína vøru, ítróttin, so heldur ÍSF-forsetin framvegis, at hann hevur eina góða vøru at selja:
- Jú, ítrótturin er ein góð vøra, tvíheldur Petur Elias Petersen.
Hví so ikki fáa pengar fyri vøruna, heldur enn lata pengar afturfyri?
- Tað var ein heildarmeting, tí vit vilja hava umrøðu. Vit vilja hava meira enn bara stóru finalurnar.
Var ÍSF trýst til at skriva undir avtaluna, bara tveir dagar áðrenn steypafinalunar í hondbólti?
- Eg vil ikki siga tað so fýrkantað. Tað var partvís tilvild, sigur Petur Elias Petersen.
Heldur ikki Dia Midjord fæst at útgreina, hvønn týdning stóru finaludagarnir í februar høvdu fyri avtaluna.
- Eg hevði biðið um at fáa eina avtalu, áðrenn vit fóru at senda frá fyrsta stóra ítróttartiltakinum í ár, sigur Dia Midjord.
Hevði sjónvarpið sent hondbóltsfinalurnar uttan hesa serligu avtaluna við ÍSF?
- Tað veit eg ikki, svarar Dia Midjord.
Finalurnar hava týdning í hesum sambandi, tí í teimum 300.000 krónunum til rættindi, sum ÍSF síðstu árini hevur konverterað til senditíð, hevur Kringvarpið bundið seg til at senda frá eitt nú hondbóltsfinalum. Men tann avtalan fór úr gildi á nýggjárinum, og samstundis stóð hóttanin frá Kringvarpinum um heilt ella partvís at lata vera við at senda 3-2 í ár.
Ein hóttan, ið sambært Dia Midjord hevur rótfesti í Kringvarpsstýrinum:
- Eg havi fingið at vita frá Stýrinum, at tær tryggu inntøkurnar hjá stovninum, so sum kringvarpsgjaldið, skulu ikki brúkast til ítróttin. Har eru ikki pengar til at raðfesta ítróttin, sigur Dia Midjord, sum tí leitaði sær onnur mið eftir pengum.
Fjaldi sponsorurin
Úrslitið gjørdist sum nevnt, at Ítróttarsambandið veitti Kringvarpinum fíggjarligan stuðul til at framleiða 3-2 í sjónvarpinum. Kortini fær hyggjarin, sambært Dia Midjord, hetta ikki at vita:
- Nei, tað fortelja vit ikki.
Hví?
- Vit senda bara. Uttan hesa avtalu høvdu vit bara sent færri sendingar, sent eftir førimuni
Í seravtaluni hevur tú bundið teg til líka nógvar ella fleiri 3-2 sendingar. Er talan tá ikki um eina sponsoreraða sending?
- Jú jú, tað kanst tú kanska siga.
Eigur hyggjarin ikki at fáa tað at vita?
- Nei.
Hví?
- Sendingin er bara har. Avtalan er bara fyri í ár.
Nærri einum svari koma vit ikki. Eftir stendur tó, at Kringvarpið í vetur tók 3-2 av skránni. Stovnurin hevur boðað frá, at fíggjarlig orka er ikki til at framleiða 3-2 í ár. Ítróttarsambandið er komið við 120.000 krónum í fíggjarligum stuðli. Og Kringvarpið hevur afturfyri bundið seg til ”at hava eins nógvar ella fleiri 3-2 sendingar á skránni í 2013 í mun til í fjør.”
Petur Elias Petersen dylir í sínum lagi ikki fyri, at ÍSF vildi hava ítrótt í sjónvarpinum alt árið.
- Vit vildu hava alt kalendaraárið 2013 dekkað, sigur Petur Elias Petersen.
Fyri at tryggja, at Kringvarpið nú eisini brúkar pengarnar til ítrótt í sjónvarpinum, skal KvF senda eina rokning hvønn mánað. Leisturin verður beinleiðis brúktur sum argument fyri, at ÍSF nú eisini fær nakað fyri sínar pengar:
- Eg gangi út frá, at rokningin útgreinar, hvat tað er, vit gjalda fyri, sigur Petur Elias Petersen.
Heftni
Eftir seinastu bygnaðarbroytingar í Kringvarpinum er ítrótturin aftur lagdur afturat tíðindunum.
- Ja, í løtuni er 3-2 undir Aktuelt, sigur Dia Midjord eitt sindur trilvandi, og leggur síðani afturat:
- Ítrótturin er eitt sindur av einum ”bastardi” í nýggja bygnaðinum. Hann er ikki heilt komin uppá pláss enn.
Aktuelt er gamla Tíðindadeildin, sum nú eisini fevnir um gomlu Dokumentardeildina og partar av gomlu Programdeildini.
Kortini sær kringvarpsstjórin ongan trupulleika í, at ein sponsorur kemur so tætt upp at tíðindunum:
- Nei, her er eingin trupulleiki. Tíðindini verða ikki stuðlað av nøkrum, sigur Dia Midjord avgjørdur.
Í seinasta spariumfari varð Dagur & Vika mánakvøld skorin burtur. Seinni kom sendingin tó aftur, men í munandi skerdari útgávu. Stjórin hevur ikki stórvegis viðmerkingar til, at hann nú hevur bundið seg til at senda 3-2 alt árið í ár, samstundis sum hann at kalla ikki hevur ráð at senda sjónvarpstíðindi mánakvøld.
- Eg veit ikki. Tað er so nógv, sum eg kundi ynskt mær. Men her eru ikki fleiri pengar, sigur Dia Midjord.
FAKTA
Kringvarpið bindur seg at hava eins nógvar ella fleiri 3-2 sendingar á skránni í 2013 í mun til í fjør. Í høvuðsheitum verður 3-2 sendingin á skránni frá 11. februar til 24. juni. Tá ver KvF í summardvala, og 3-2 kemur aftur á skránna um 20. august og er fram til hálvan desember.
-brot úr avtaluni millum Kringvarpið og Ítróttarsamband Føroya
FAKTA
KvF hevur sum ætlanaryvirlýsing í ítróttarsendingum at umrøða deildir, ið hava sponsornøvn, við heitinum, tær veruliga hava. Ikki fremsta, besta o.s.fr.
-brot úr avtaluni millum Kringvarpið og Ítróttarsamband Føroya
FAKTA
Avtalað er eisini, at KvF í samstarvi við sersambondini kann fara út eftir teimum lýsarum, sum annars eru høvuðssponsorar hjá sersambondunum. Hetta er tó bert galdandi, um sersambandið loyvir hesum. ÍSF ger yvirlit til KvF, hvørjir høvuðsstuðlarnir eru. ÍSF leggur seg ikki útí, hvussu KvF annars fíggjar sínar live ítróttarsendingar, tó skal KvF ikki fara eftir fyritøkum, ið beinleiðis eru í kapping við høvuðsstuðlarnar.
-brot úr avtaluni millum Kringvarpið og Ítróttarsamband Føroya