ÌSF hevur úrvalskvøld í kvøld

Poul-Erik Høyer gjørdist nýliga 25. limurin í tí donsku Hall of Fame, ið er ein skipan hjá Danska Ítróttasambandinum, ið heiðrar bestu donsku ítróttafólkunum í søguni. Hann er nú næstformaður í Danska Badmintonsambandinum.

 

Vitjanin er liður í úrvalsarbeiðinum hjá ÍSF. Við sær hevur Poul-Erik ítróttastjóran í úrvalsdeildini hjá Danska Badmintonsambandinum, Finn Trærup-Hansen.

 

Í kvøld verður skipað fyri einum úrvalskvøldi við teimum báðum. Tiltakið er í Skálanum í Norðurlandahúsinum og byrjar kl. 19. Øll eru vælkomin til tiltakið, sum annars serliga er ætlað miðvísum ítróttafólkum og venjarum teirra.

 

Poul Erik Høyer kemur við støði í egnum royndum at greiða frá lívinum sum úrvalsítróttafólk, sum ungur, sum vaksin og móti endanum av yrkisleiðini. Hvussu savna vit okkum og arbeiða miðvíst við okkara ítróttalívi? Og hvussu gerast vit meistarar?

 

Finn Trærup-Hansen, ítróttarsjóri í úrvalsdeildini hjá Danska Badmintonsambandinum fer at greiða frá, hvussu tey skipa sítt úrvalsarbeiði. Hvussu velja tey úrvalsítróttafólkini út? Hvussu stuðla tey teimum? Hvussu tilrættisleggja tey virksemið hjá úrvalsítróttafólkunum, og hvønn leiklut hevur Badmintonsambandið annars í lívinum hjá úrvalsítróttafólkunum.