ÍSF fyllir 75 ár og gevur út bók

Fríggjadagin 4. apríl verður Ítrótt­­asamband Føroya 75 ár. Í tí sambandi verður nýggj bók løgd fram, sum serliga lýs­­ir seinastu 25 árini hjá ÍSF og føroyskari ítrótt. Móttøka verð­­ur í Posthúskjallaranum í Tórs­­gøtu í Havn kl. 15 - 17 fríggj­adagin­. Ítróttasavnið hjá ÍSF gevur bókina út, og Uni Arge hevur skrivað.

ÍSF varð stovnað 4. apr­íl í 1939 á Sjó­mans­heim­i­­num í Havn. Stigtakari til fel­ags­ska­p­in var ítróttaráðgevin, Poul E. Petersen, sum gjørd­ist fyrsti forsetin í ÍSF. Á stovn­andi að­al­fundinum vóru sjey ítrótt­a­feløg, Neistin, SÍ, VB, EB, HB, Havnar Róðrarfelag og Havn­ar Fimleikafelag.

Í dag eru 16 sersambond í ÍSF og 120 ítróttafeløg. Níggju sersambond hava al­tjóða limaskapir. Síðan 1989 hev­ur ítróttaliga menningin ver­ið stór, ikki minst or­sak­að av oyggjaleikunum og altjóða luttøkuni hjá fleiri ítróttagreinum.

Fleiri týð­andi útbyggingar eru eisini fra­mdar.

Nýggja bókin kallast "Før­oy­ar framá - ÍSF 75 ár." Hon lýs­ir gongdina seinastu 25 ár­ini, men leitar eisini longri aft­ur í tíð at fáa sett gongdina í sam­an­hang. Dentur er ser­liga lagdur á at geva eina heild­ar­mynd av støðuni og ikki at siga søguna hjá hvørj­um sersambandi sær.

Á móttøkuni fríggjadagin fara Petur Elias Petersen, ÍSF-forseti, og Hannis Joensen, formaður í Ítróttasavninum, at bjóða vælkomin, og Uni Arge fer at greiða frá nýggju bókini.

Bøkur um ÍSF komu eisini út í sambandi við 25 ára dagin í 1964 og 50 ára dagin í 1989. Møguligt verður at ogna sær eintøk av nýggju bókini, sigur Ítróttasamband Føroya.