SF fleiri sýningar enn Roskilde og Wacken á Youtube

Higartil eru 79 videobrot komin á youtube-rásina hjá SF, og tað verða løgd fleiri út so við og við.

Tað skrivar Summarfestivalurin í kvøld: – Youtube er videomiðilin, sum verður mest brúktur í dag. Flestu festivalar hava Youtube rásir, og tað er nakað, sum Summarfestivalurin eisini hevur lagt stóran dent á.

 

Í tí sambandinum er áhugavert at staðfesta, at youtube-rásin hjá SF hevur fleiri sýningar enn Roskilde festivalurin, sum er millum størstu festivalar í Evropa. Eisini hevur SF fleiri sýningar enn Wacken, sum er heimsins størsti Heavy Metal festivalur. 

 

Summarfestivalurin hevur í góðum samstarvi við kringvarpið bygt upp eina fjølbroytta Youtube-rás, sum helst er besti sýnisgluggi, tá ið tað kemur til live tónleik í Føroyum.

 

Eitt, sum eisini er áhugavert, er at framførslan við Shu-Bi-Dua frá 2010 kanska er seinasta dokumenteraða konsertin hjá teimum, tí stutt eftir gjørdist Michel Bundesen sjúkur.

 

Higartil eru 79 videobrot komin á youtube-rásina hjá SF, og tað verða løgd fleiri út so við og við.

 

- sí annars viðfesta skjal, sum vísir info um rásirnar við at TRÝST HER