ÍSF fær helst sín fyrsta kvinnuliga forseta

Trettan út av sekstan valevnum eru samd um eitt forsetauppskot.

Talan kann gerast um ein søguligan aðalfund 20. mai, tá sersambondini í ÍSF skulu peika á nýggja forsetan eftir at Petur Elias Petersen, ÍSF-forsetin, legði frá sær 13. apríl.


Líkt er nevniliga til, at ÍSF á fyrsta sinna fær ein kvinnuligan forseta. Trettan út av sekstan sersambondum hava nevniliga valt at peika á Elin Heðinsdóttir Joensen, nú sersambondini hava til á midnátt at koma við uppskotum til nýggjan forseta.


- Trettan sersamband eru saman um uppskotið, ið er latið ÍSF. Eg haldi tað er ein týdningarmikil uppgáva at savna ÍSF aftur. Tað ynski eg at vera við til, og havi eg frammanundan drúgvar royndir frá stjórnini hjá ÍSF, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen í stuttari viðmerking við in.fo.


Tey trý feløgini, ið ikki eru við í uppskotinum, eru Hondbóltssamband Føroya, Svimjisamband Føroya og Flogbóltssamband Føroya.


Hóast freistin at lata uppskot inn ikki er farin enn, so tykist tað vera rímiliga greitt, at tey feløgini ikki koma við nøkrum øðrum mótvalevni, og tí er líkt til, at Elin Heðinsdóttir Joensen verður fyrsti kvinnuligi forsetin í ÍSF.