Venir tú í Tvørmegi, í Vælveru Fitness, Fullpower Føroyar ella Íðka? Hesar fýra venjingarmiðstøðirnar eru sambært ÍSF tær, sum ítróttarfeløg og sersambond skulu velja til. Aðrar – sum til dømis Burn ella Yndi Fitness, eru ikki viðmældar av ÍSF.
Orsøkin er, at tað eru hasar fýra venjingarmiðstøðirnar, sum hava gjørt samstarvsavtalu við Antidoping Danmark/Føroyar.
- Nógv ítróttarfólk hava sína dagligu gongd í venjingarmiðstøðunum. ÍSF hevur tískil stóran áhuga í, at hesi venja í einum sunnum og tryggum venjingarumhvørvi, sigur ÍSF í tíðindaskrivi, sum varð sent út beint fyri nýggjár.
- ÍSF vil sjálvandi ganga á odda og heitir tískil á øll sersambond og ítróttafeløg, sum nýta venjingarmiðstøðir, um at venja í teimum venjingarmiðstøðum, ið hava eina samstarvsavtalu við Antidoping Danmark/Føroyar, sigur ÍSF.
Víðari verður sagt, at seinastu tvey árini hevur ÍSF arbeitt miðvíst við antidoping. Fimm føroysk dopingeftirlitsfólk hava fingið góðkenning at taka royndir, og hevur hetta samstundis gjørt, at arbeiðið er vorðið meira miðvíst enn hvat tað hevur verið.
- ÍSF fegnast um, at nevndu venjingarmiðstøðirnar hava gjørt samstarvsavtalu um antidoping og vónar, at hinar venjingarmiðstøðirnar í Føroyum eisini gera tað sama.