SF’arar rýma frá Søvndal

Vaksandi ónøgd við politisku linjuna hevur fingið tveir SF’arar í býráðnum í Roskilde at melda seg úr flokkinum.

Sjey er minkað niður í fimm eftir at Tuncay Yilmar og Henrik Stougaard eru vorðnir leysgangarar.

Teir báðir halda, at flokkurin er á heilt skeivari kós, og tí rýma teir. At avgerðin nústaðni er tikin kemst av, at teir báðir høvdu eina vón um at kósin fór at venda.

Vit hava valt at melda okkum úr SF júst tí at vit kenna eina ábyrgd mótvegis teimum, sum hava valt okkum, siga teir báðir í einum tíðindaskrivi.

Teir báðir politikararnir halda nú fram í Roskilde býráði sum leysgangarar, har teir fara at halda seg til upprunaliga politikkin hjá SF, sum sagt verður.

Tað skriva danskar heimasíður.