– Vit ynskja, at fólk gerast meir tilvitað um endurnýtslu og ikki at tveita burtur, sigur Barbara Brattaberg, forkvinna í Norðstreymoyar Heimavirkisfelag.
Í ein mánað – frá 6. august til 6. september – hava umleið 20 konur í Norðstreymoyar Heimavirkisfelag seymað 1400 berinet til allar borgararnar í Vestmanna. Í Vestmanna búgva umleið 1300 borgarar, og tað er sostatt meira enn eitt berinet í part.
Berinetini eru farin til handlarnar í Vestmanna: Á, Magn og Rúsuna.
##med2##
Meiningin er, at hesa vikuna, nú Vestmannadagar eru, verður plastik ikki nýtt, men bara berinet.
– Vit vóna við hesum átakinum, at broyta hugburðin viðvíkjandi endurnýtslu. At fólk heldur fer at nýta berinet ístaðin fyri at nýta plast, sigur Barbara Brattaberg.
##med3##
Seymað úr gomlum seingjarklæðum og dúkum
Ætlanin er, at vestmenningar fáa berinet, tá ið tey keypa í handlunum í Vestmanna, og at tey taka tey við aftur næstu ferð, tey fara til handils. Berinetini eru ókeypis.
Berinetini, sum kvinnurnar í Norðstreymoyar Heimavirkisfelag hava gjørt, eru seymað úr gomlum seingjarklæðum, dúkum og øðrum tilfari. Talan er um taskur av toy í ymiskum støddum.
– Vit hava havt fýra seymimaskinur og tveir overlookarar. Fólk hava verið røsk at latið seingjarklæði, dúkar og annað tilfar. Vit hava fingið alt ókeypis, sigur Barbara Brattaberg.
##med4##
Tað eru ymisk mynstur á berinetunum. Talan er bæði um sprøklut og einlitt. Støddirnar á berinetinum eru eisini ymiskar.
Norðsstremoyar Heimavirkisfelag heldur til í Krambúðini, sum eisini verður kallaður handilin hjá Niels hjá John. Tað mesta hevur verið seymað har.
##med5##
Majgunn Erlandsdóttir Nolsø eigur hugskotið
Tað er Majgunn Erlandsdóttir Nolsø, ið kom við hugskotinum at gera berinet.
– Hugskotið kom herfyri, tá ið eg hugsaði um allar plastposarnar, vit keypa, og sum vit síðani tveita burtur. Eg ynskti at fáa endurnýtsluna meira fram, og setti meg at seyma nøkur net til mín sjálvs. So hugsaði eg, at vit øll í Vestmanna kundu nýta tílík net, sigur Majgunn Erlandsdóttir Nolsø.
##med6##
Norðsstremoyar Heimavirkisfelag tók undir við hugskotinum, og upp á ein mánað eru berinet seymað til allar vestmenningar. Netini verða tikin í nýtslu hesa vikuna.
– Vegna Norðstreymoyar Heimavirkisfelag vil eg takka fyri áhugan fyri verkætlan okkara. Eg vil takka seymikonunum og øllum, ið hava latið toy, tey, ið hava givið okkum mat og kakur oman í Krambúðina, og handlarnir í Vestmanna fyri at taka væl undir við átakinum, sigur Barbara Brattaberg.
##med7##
##med8##