Nú skal tað bera til hjá kommunum at friða fjølbygt øki fyri seyð um veturin.
Tað ætlar Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í búnaðarmálum.
Hann hevur gjørt eitt uppskot um at løgtingið skal samtykkja at geva kommunum heimild til at krevja, at fjølbygt øki verður friðað fyri seyð um veturin, sama, hvat tey, sum eiga seyðin, halda.
Og tað, sum verður kallað eitt fjølbygt øki í hesum sambandi, eru øki, ið er samanbygt við vegum, privatum og almennum bygningum, vinnubygningum og øðrum, eisini har óbygt, dyrkað ella ódyrkað, lendi liggur inn ímillum.
Men tær kommunur, sum vetrarfriða, skulu so eisini hava skyldu til at stika, so at seyður ikki sleppur inn á tað friðaða økið, og annars hevur kommunan skyldu til at gera rulluportur, smogur og smogur undir vegir, har tað er neyðugt.
Samstundis skulu kommunurnar rinda teimum, sum eiga seyðin, fult endurgjald fyri vetrarbitið, sum teir missa.
Sum støðan er nú, kunnu kommunur ikki krevja, at bygt økið verður vetrarfriðað, so fæst ikki semja við tey, sum eiga jørðina, um tað, verður ongin friðing.
- Fleiri kommunur hava trupulleikar við seyði, sum um veturin gongur millum hús og er til ampa bæði á vegum, á fríøkjum og í urtagørðum, sigur landsstýrismaðurin í uppskotinum.
Sum støðan er nú, má hvør sethúsaeigari stika sítt øki inni, eins og kommunur ikki hava heimild at krevja seyð burtur av kommunalum øki, so sum vegi, spæliplássi og fríøki, heldur ikki fríøkjum, ætlanin er at gróðurseta.
Verða bygdir og býir vetrarfriðað, verður ikki longur neyðugt hjá hvørjum einstøkum húsaeigara at girða seg inni fyri at fáa frið fyri seyði.