Seyður og seyðahald í Mentanarhúsinum í Fuglafirði

Komandi fríggjakvøld verð­ur kvøldseta um seyð og seyðahald í Mentan­ar­húsi­num í Fuglafirði.

Frásøgufólk er Joen Jacob Heine­sen av Viðareiði, sum sig­ur frá um Bergsmunna á Viðar­eiði, Eyðun Eliasen av Trølla­nesi,  sigur frá um Líðina Norð­ari Partur í Mikladali, Magna Joensen fer at siga frá um pápa sín, Robert Joensen og um Seyðabókina, og Kurt Rasmussen og Rúni Abra­hamsen siga frá um Inn­ara Miðhaga á Skála.

Hetta er á sjeynda sinni, at henda kvøldseta verður hild­in, og hava fólk tikið væl undir við hesum tiltaki, sigur Frits Johannesen, fyrireikari. At­gongumerki fáast við dyrn­ar.