Seyður og seyðahald í Fuglafirði

Í hægstu gekkatíð fríggjakvøldið hevði Frits Johannesen sett fólki stevnu til kvøldsetu um seyð og seyðahald í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Hetta er á 5. sinni, at henda kvøldseta verður hildin, og hava fólk tikið væl undir við hesum tiltaki.

Í hægstu gekkatíð fríggjakvøldið hevði Frits Johannesen sett fólki stevnu til kvøldsetu um seyð og seyðahald í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Hetta er á 5. sinni, at henda kvøldseta verður hildin, og hava fólk tikið væl undir við hesum tiltaki.

 
Seyðaprát og ymiskar kappingar innan seyð, hava vundið alt meir uppá seg seinnu árini og var t.d. eisini setta á skrá á Mentanarvikuni í Runavík, seyðaprát. Flettikappingar og smakkikappingar eru eisini kend hugtøk.
 

Ja, Frits hevur eisini verið so nasadjarvur, at hann hevur verið í Húsavík í Íslandi við einum ferðaliði, har greitt varð frá um seyð og seyðahald í Føroyum.
 

Talan er sjálvandi um staðbundna siðsøgu, sum hevur verður sagt frá, tí tað kunnu vera ymisk frábrigdi, sum gera mun frá stað til stað bæði við heitum og handfaring av seyði og sjálvandi er ymiskt hvussu rikið verður, alt eftir hvussu landið er.
 

Eisini verður greitt frá hvussu lætt verður um á ymiskan hátt við at røkja og ambæta seyðinum og hvussu hann verður handfarin nú í mun til fyrr – serliga innan fletting hava menn lagt seg eftir ymiskum hentleikum og lættari mannagongdum.

 
Teir, sum greiddu frá í gjárkvøldið, vóru Jógvan Ingvard Olsen, fyrrverandi tingformaður av Toftum, sum hevði nógv at oysa av um rakstur á Toftum og har um vegir – Eisini at omma hansara var úr Fuglafirði. Síðani greiddi Sámal Petur Petersen, úr Funningi frá um rakstur í teirra øki og um staðarnøvn og røkt av seyði.

Eftir ein steðg, har boðin varð ein drekkamunnur við drýli og kjøtpylsu og góðum práti, hildu Archibald Black, sum er bóndi á Myrkjanoyri í Klaksvík og Heini Mohr úr Klaksvík, sum er røktingarmaður á Myrkjanoyri, Skarði og aðrastaðni, fram.
 
Arcibald, sum hevur beinleiðis ættarbond til Nólsoyar Páll og situr á garðinum hjá hon, greiddi nakað frá tí søguliga heilt aftur til Nólsoyar Páll. Eisini um konu Páls, sum m.a. skrivaði til myndugleikarnar um festið og makaskiftið við Joen Jørgensen.
 
Eisini varð greitt frá um ný innrættað flettingarrúm, sum er í rættini ella í fjósinum  - beint við seyðin, so hann ikki skal handfarast annað enn beint úr rættini, sum nú er undir taki í mun til fyrr, til slátur.
 
Heini Mohr greiddi hugtakandi frá rakstri á Skarði, sum ikki er hvørsmans føri, tí har er brætt og drúgvur hagi. Vanliga verður farið avstað við báti í myrkri - teir fóru kl. 5 í morgun og tað er altíð liðið væl á kvøldið, tá ið komið er aftur at húsum.
 
Hagin, fyri Uttan á Skarði ber 180 áseyðir og eru teir eini 17 mans á fjalli hvørja ferð. Har er brætt og nógvar røkur er at fara í. Tvey av fjøllunum eru omanfyri 800 m.
 
Løgtingsformaðurin, Jógvan á Lakjuni spældi undir á klaver, meðan sungið varð, Nú hvítna tindar, eftir Robert Joensen, Einsamøll í mjørka, sum Áshild Kristiansen hevði yrkt og at enda Fjallboð í Halgadali, sum Albert Róin hevur yrkt.
 
Eitt annarleiðis og áhugavert kvøld í Fuglafirði – eitt av teimum mongu góðu, sum Frits Johannesen hevur lagt undir.