Seyður leyp fyri motorsúkklu

Førarin fekk ongan skaða

 

Í gjár hendi eitt ferðsluóhapp í Eysturoy.

 

Tað hendi, tá ið ein maður kom koyrandi á motorsúkklu, og eitt lamb leyp fyri hann.

 

Maðurin á motorsúkkluni royndi at snúgva sær undan, men tað endaði við at hann fór útav. Tíbetur koyrdi hann rættiliga spakiliga, ikki meiri enn einar 40 kilometrar um tíman, sigur løgreglan.

 

Harafturat var førarin í hjálmi, og annars væl útgjørdur við ryggverju og aðrari trygdarútgerð, so hann slapp snikkaleysur frá óhappinum, men súkklan fekk nakað av skaða, sigur løgreglan.