Seyður í Eysturoy fingið herviliga sjúku

Nú er forboð sett fyri at flyta seyð úr haganum

Nú er staðfest, at seyður í Eysturoy hevur fingið ridluskriða. Tað sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan í dag.

 

Eftir at illgruni herfyri var um, at ein seyður í haganum, Skálafjall, ytripartur, á Skála, kanska kundi hava ridluskriða, varð sýni sent til Íslands at kanna.

 

- Nú er so svar komið aftur úr Íslandi, og í svarinum varð staðfest, at talan er um ridluskriða. Sostatt hevur Heilsufrøðiliga Starvsstovan givið boð um, at fyribils má eingin seyður flytast úr rakta haganum.

 

Heilsufrøðiliga Starvsstovan minnir samstundis á, at tað er ólógligt at flyta livandi kleyvdjór ímillum oyggjar. Tó ber til at søkja um undantaksloyvi til kleyvdjór at seta við ella til slátur.

 

Nú Ridluskriði er staðfest í Eysturoy, førir hetta við sær, at tað ikki longur verður latið undantaksloyvi til flutning av seyði úr Eysturoynni at seta við.

 

Heilsufrøðiliga Starvsstovan vísir á, at ridluskriði er smittandi sjúka, og at tað tískil er týdningarmikið at tryggja sær, at frískur seyður ikki kemur í samband við sjúkan seyð.

 

Men her eru eisini nøkur góð ráð í royndunum at fyribyrgja ridluskriða:

 

- Ikki flyta seyð millum hagar og stykkir, um tað ikki er neyðugt.

- Altíð kanna, hvussu sjúkustøðan hjá seljaranum er, áðrenn seyður verður fluttur aðrastaðni  frá.

- Søkjast skal altíð um flutningsloyvi, tá seyður verður fluttur millum oyggjar, eisini har tunlar og brýr binda oyggjarnar saman.

- Altíð kanna, hvussu sjúkustøðan er, áðrenn tøð ella annað tilfar verður heintað aðrastaðni frá. Her kann vera talan um tilfar so sum hoyggj, súrhoyggj, trog, krubbur ella partar av krubbum.

- Altíð tryggja sær, at traktorar, tøðvognar og onnur útgerð eru væl vaskaðið, áðrenn hesi verða nýtt á nýggjum øki.

- Seyður, ið er deyður/avlívaður av sjúku, eigur ikki av verða grivin niður, men latin til góðkenda brennistøð.

- Ílegukanna seyðin í ridluskriðaøkjunum. Fyri at ala seg ímóti hægri mótstøðuføri mæla vit til, at í hvussu so er veðragjólingar verða ílegukannaðir, áðrenn teir vera nýttir sum brund.

 

Tað ber til at fáa seyð ílegukannaðan fyri mótstøðuføri móti ridluskriða á Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Eigarin tekur sjálvur sýnini, men kanningarnar kosta 375 krónur fyri hvønn seyðin, og harafturat verður eitt avgreiðslugjald á 160 krónur tikið fyri hvørja sending, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan.