Seyðisfjørður: Kortanei til aling á fjørðinum

Norski felagskapurin til vernd av villa laksinum, Redd villaksen, ið er deil av North Atlantic Salmon Fund (NASF) boðar í dag frá, at so at siga allir íbúgvar á Seyðisfirði mótmæla upp á tað harðasta, at norska alifyritøkan Måsøval skal fáa loyvi at seta aliringar út í fjørðin. Måsøval hevur trýst har á at sleppa at framleiða 10.000 tons av alilaksi um árið.

 

Umleið 75% av íbúgvunum á Seyðirsfirði siga kortanei til at teirra fjørður skal oyðast og eru hart ímóti at fleiri firðir og laksaáir í Íslandi skulu offrast á karráða alilaksaaltarinum.

Sagt verður frá at Seyðisfjørður ikki hevur tørv á fleiri arbeiðsplássum, og einki arbeiðsloysi er í teirra lokalsamfelag, ið hevur tillaga seg tær fortreytir og karmar náttúran og umhvørvið gevur teimum innan m.a. ferðavinnu, tænastuveitingar og list í breiðum høpi.

Lokalsamfelagið verður trumlað niður at aggressivum útlendskum alifeløgum og peningaliga úrtøkan fer av landinum til spekulantar og eigarafeløg.

Óansæð hvar alivinnan er stødd í Íslandi íkoma orrustur í lokalsamfelagnum, og samstundis er villi laksurin fyri álvarsomum hóttafalli. Noreg hevur sett villa laksin á reyðlista fyri oyingarhótt djór, ið má sigast at verða sera álvarsamt.


Kári Thomsen