Leygardagin 22. oktober, sum er leygardagin komandi, verður árliga seyðasýningin í Sandoynni. Aftur í ár verður tiltakið í fiskahúsinum á bryggjuni í Skálavík.
Byrjað verður stundisliga leygarmorgunin at taka ímóti seyði, og tikið verður ímóti í tímunum frá klokkan 08 til 11. Sjálv seyðasýningin, har uttanveltaðir sýnsmenn fara at meta um seyðin, byrjar um 12-13-tíðina.
Hvør seyður hevur eitt nummar, og sýnsmenninir vita ikki, hvør eigur seyðin, sum verður sýnaður. Tískil er hetta ein óheft meting av, hvørjir seyðir eru teir bestu.
Í ár kemur Eyðstein Jensen eisini at máta kjøt og fiti á seyðinum, men hetta er ikki partur av sjálvari seyðasýningin. Tíggju krónur verða lagdar oman luttøkugjaldið fyri hvønn seyð, sum verður mátaður.
Eins og undanfarin ár verða eisini hesaferð fleiri virðislønir latnar, og virðislønir verða soleiðis latnar fyri -
* Besti hagi (1, 2 og 3)
* Besti brundur (1, 2 og 3)
* Besti veturgamli veðrur (1, 2 og 3)
* Besti eldri veðrur (1, 2 og 3)
* Besti heimaseyður (1, 2 og 3)
Í ár verður eisini seyðurin við mesta kjøtinum kosin (1, 2 og 3), og hetta verður gjørt sambært mátingum hjá Eyðsteini Jensen.
Stigtakararnir aftan fyri seyðasýningina í Sandoynni siga seg vóna, at nógvir seyðaeigarar aftur í ár fara at koma við hornaseyði til sýningina í Skálavík leygardagin.