Seyðamaður við hundi

Fyrr í summar varð henda standmyndin av "Seyðamanni við hundi" reist við Toftavatn. Tað er Símun Nónklett, sum við stuðli frá øðrum, ið hevur gjørt standmyndina.

 

Onkra góðveðursløtu, síðan standmyndin kom upp at standa, hevur Símun Nónklett so hugagóður staðið og slípað og snøggað standmyndina við battarídrivnum vinkulslípara.

 

Standmyndin ímyndar seyðamannin, sum hyggur niðan undir hamaran eftir horvnari ær, og hundurin stendur honum við lið.


Standmyndin er stoypt úr betongi, og tað er Birgir W. Høgnesen, sum hevur tikið hesa myndina við Toftavatn í dag.