Seyðahundakapping: Føroyar nummar trý til NM

NM fyri seyðahundar hevur verið í Svøríki um vikuskiftið, og Føroyar blivu nummar trý

Mynd: (Irena Jacobsen)

Kappingin um norðurlendska meistaraheitið, sum hevur verið í Svøríki um vikuskiftið er av, og Føroyar blivu nummar 3 í liðkappingini.

 

Tummas Jacobsen vann innleiðandi umfarið við Moss við 335 stigum og bleiv í gjár nummar 8 í finaluni við honum - og Tummas er við Linn nummar 18 við 242 stigum. Páll Poulsen við Milo fær 125 stig og Jónleif við Jett fær 89 stig. Fyrra innleiðandi dagin bilvu teir diskaðir við Milo og Jett.

 

Føroyar luttaka við fýra hundum til NM, og tilsamans eru 46 hundar við. Londini, sum eru umboðaði eru Norra, Svøríki, Finnland, Danmark og Føroyar.

 

NM 2022 - sum lið er:

 

1. Svøríki

 

2. Norra

 

3. Føroyar

 

4. Finnland

 

5. Danmark

 

Mynd: (Irena Jacobsen)