Altjóða Gjaldoyragrunnurin samtykti um vikuskiftið at játta Seychelloyggjunum í Indiska Havinum 26 milliónir amerikanarar dollarar í láni, so myndugleikarnir har kunnu fáa fíggjarmarknaðin í landinum aftur á beint.
Pierre Laporte, sum er tjóðbankastjóri á Sechelloyggjunum, sigur við tíðindastovuna Reuters, at lánið frá IMF loysir ikki teir fíggjarligu trupulleikarnar, tí skuldin, sum tað almenna hevur fingið at dragast við, er umleið 800 milliónir amerikanarar dollarar, sigur hann. Sambært tjóðbankastjóranum er tilsøgnin frá IMF ein treyt fyri, at onnur lond vilja lata oyggjunum lán til at loysa kreppuna við.
Umframt Seychelloyggjarnar hevur Pakistan fingið tilsøgn um lán úr Altjóða Gjaldoyragrunninum. Í fyrsta umfari er tó bara talan um góðar sjey milliónir dollarar.
Íslendska stjórnin hevur framvegis ikki fingið at vita, um IMF vil læna landinum pengar. Leiðslan í grunninum segði um vikuskiftið, at íslendska umsóknin verður viðgjørd mikudagin.