Slakt
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Kring alt landið eru menn nú farnir at hugsa um slaktið, og hetta setur sín serliga dám á gerandisprátið. Serliga verður tosað um fjallgongu og fletting, umframt at dúgliga verður reypað um hvør eigur teir størstu veðrarnar, og hvaðan kjøtið hevur besta smakkin.
Í Hósvík er slaktið byrjað, og vit vóru ein túr framvið hjá Árna Hansen, sum á hvørjum ári flettur í kjallaranum.
Í ár hava veðrarnir hjá Árna Hansen og øðrum, sum hava flett hjá honum, verið framúr góðir.
Árni sjálvur hevði fýra veðrar, sum hava gingið á trøðni frammi undir Vørðu í Hósvík. Serliga vóru tveir sera stórir tvæveturveðrar. Seinasta fríggjakvøld vóru teir eftir veðrunum, og teir vórðu flettir upp á tann gamla mátan.
Tá avtornaði, vísti tann størsti veðrurin seg at viga heili 107 pund, meðan ein annar eisini vá 101 pund, báðir tvævetur. Hinir báðir vóru eisini góðir, tann minsti á 75 pund og hin nakað omanfyri.
Í meðal hevur vektin verið sera góð. Tá allir 11 veðrarnir vóru flettir, vigaðu krovini 73,6 pund í meðal, og tá var talan um teir báðar áðurnevndu veðrarnar, sum vigaðu 101 og 107 pund, nakrar veðragjólingar og nakrar smáseyðir, ið vóru settir við.
- Ja hetta er á heilt góðari leið. Tað sum man hevur hoyrt um, so er seyðurin sum heild væl fyri í ár, sigur Árni Hansen.
Góður gróður spælir inn
Árni Hansen greiðir frá, at veðrarnir, sum eru úr haganum hjá Kristian Hansen í Hósvík, hava gingið á trøðni hjá honum frammi undir Vørðu í Hósvík bæði í fjørsummar og í summar, og at gróðurin har hevur verið sera góður.
- Í ár hava átta veðrar fingið fýra sekkir av kraftfóðri, so tað er ikki meira enn hálvur sekkur upp á seyðin, greiðir Árni Hansen frá.
Hann ásannar at gróðurin hevur verið sera góður, og at hetta hevur spælt inn til at seyðurin er so væl fyri.
Gagnnýta alt uttan skinnini
Sum gamalt var, so verður næstan alt á seyðinum gagnnýtt. Árni Hansen greiðir frá, at teir nýta so at siga alt, uttan skinnini.
- Skinnini fara í skrell. Tey verða ikki brúkt til nakað, og eingin keypari hevur meldað seg til enn. Man hevur hoyrt okkurt um at djóralæknin kann sýna seyðin, men eg veit ikki. Mann hevur einki ítøkiligt hoyrt enn, so tey fara bara í skrell. Eingin tímir at gera nakað við tað longur, sigur Árni Hansen.
Kjøtið verður tað mesta fryst og etið feskt. Okkurt er saltað, meðan ein bógvur av tí størsta veðrinum er hongt upp at turka.
- Men tað mesta verður etið feskt. Tjógvini og restin av teimum stóru veðrunum haldi eg er for stórt til at heingja upp, sigur Árni Hansen.
Komandi ár er aftur ætlanin at seta nýtt við, men Árni ásannar, at tá verður helst eingin, sum verður so stórur, tá eingin tvæveturveðrur verður tá.