Í gjáramorgunin fekk løgreglan eina fráboðan um, at nógvur seyður stóð vanrøktur í einum seyðahúsi í Norðtoftum.
Tá løgreglan kemur á staðið, standa eini 40-50 seyðir í húsinum.
- Teir sóu ikki út til at hava tað gott. Teir vóru rak, fleiri høvdu kastað ullina og rivjabeinin stungu út gjøgnum, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn.
Hann greiðir frá, at seyðurin hevði atgongd til vatn, men har var lítið og einki gras í seyðahúsinum.
- Djóralæknin bleiv boðsendur og sambært honum sá út til, at seyðurin ikki hevði fingið at eta í longri tíð, sigur vakthavandi.
56 seyðir vóru í húsinum, fýra teirra vóru deyðir og ein fimti bleiv avlívaður av djóralæknanum.
Løgreglan bíðar nú eftir eini frágreiðing frá djóralæknanum, áðrenn farið verður víðari við kanningararbeiðinum.










