Seyðauppboðsøla í Tinghúsgarðinum

Leygarmorgunin verður møguleiki hjá Føroya fólki at keypa livandi seyð í miðbýnum í Havn. Sjúrður Skaale og Torbjørn Jacobsen verða auktionerar Í morgin, leygardagin 13. oktober kl. 12:00, verður almenn seyðauppboðssøla í Tinghúsgarðinum í Havn millum Eik Banka og Tingúsið. Seld verða veðrar og veðurlomb úr Toftahaga í Hósvík, og uppboðshaldarar verða tíðindafróðu Sjúrður Skaale og Tórbjørn Jacobsen, sum á sín skemtiliga hátt fara at selja fýrbeintu hósvíkingarnar til hægstbjóðandi.

Fyriskipari er Róðrarfelagið Knørrur í Havn, og innkomni peningurin fer allur til at reka virksemið hjá felagnum.

So um tú ynskir tær ein seyð ella eina stuttliga løtu, er miðbýurin helst rætta staðið.