Jákup Lervig sum er úr Havn og býr í Hoyvík, málar litríkar seyðamyndir, og málningarnir hjá honum eru bæði naturalistiskir og abstraktir.
Jákup Lervig hevur verið fastur luttakari í undirvísingini hjá Kvøldskúlanum í Havn seinastu árini. Jákup hevur áður fleiri ferðir verið við á Ólavsøkuframsýningini, á framsýningum Smiðjuni í Lítluvík, Galleri Tornby og hjá Lions Club í Müllers Pakkhúsi.
Komandi dagarnar ber til at síggja verkini hjá Jákupi á framsýningin, ið verður í Smiðjuni í Lítluvík.
Framsýningin letur upp fríggjdagin og er opin til og við týsdagin 1. apríl.