Seyðasýning
Leygardagin verður aftur seyðasýning í Hvalba. Hetta er aðru ferð í ár, at seyðasýning er í Hvalba. Fyrru ferðina vóru tað veðrarnir, sum vórðu sýnaðir, men hesuferð verða tað veðurlombini, sum stóðu fyri tørni.
Sýningin verður uttan fyri Roynhøllina og hon byrjar klokkan 13. Hesuferð verður eitt sindur meiri gjørt burturúr, enn teir plaga. Eitt nú fer MBM at hava eina framsýning inni í Roynhøllini við ymsum útbúnaði og ymsari útgerð til seyðahald.
Somuleiðis verður burturluting, har vinningarnir eru eitt lamb, kikari, karamellur og kraftfóður. Í Hvalba hava seyðasýningar verið síðani 1994. Dómarar vera aftur hesuferð Petur Karl av Rana, Ásmund Bærentsen, Óli í Hjøllum og Frits Poulsen. Teir, sum eiga tey vakrastu lombini, fáa eisini steyp.
Í heyst hava seyðasýningar verið í flest øllum bygdum í Suðuroynni. Umframt í Hvalba, hava sýningar hava verið í Sumba, Porkeri og í Hovi.
Seinni, helst annað vikuskiftið, verður so ein oyggjarfinala, har allir teir, sum hava fingið steyp í teimum ymsu sýningunum, vera við.