Seyðasýning á Eiði

Leygardagin 3. november var seyðasýning á Eiði. 42 brundseyðir og 4 traðarseyðir vórðu sýnaðir. Sýnsmenninir vóru Poul Samuelsen, Vík , Eddie Joensen, Kollafirði, og Hans Martin Andreassen, Kvívík. Hetta eru skilamenn við drúgvum royndum, sum seta krøv, og tað ger, at støðið hækkar, og tað er eisini endamálið við eini seyðasýning. Av teim 42 fingu 20 hvítt, 18 reytt og 4 blátt band.

Vakrastu brundarnar áttu:

1. Absalon Wolles í hagapartinum Sunnan Vál

2. Petur Kruse í hagapartinum Sunnan Vál

3. André Kruse í hagapartinum Breiðá

Vakrasta traðarseyðin átti André Kruse.

Eiðis kommuna sýnir altíð tílíkum mentanartiltøkum ans og letur steyp til vinnararnar. Jógvan í Skorini, røktingarmaður, handaði steypini. Absalon var ikki staddur í bygdini, og tí tók konan Jórun ímóti. Fyri Petur tók abbasonurin Filip ímóti og fyri André tók sonurin Petur ímóti.