Seldir verða uml. 15-20 seyðir, harav eru 2 veðrar.
Afturat hesum verður ein stórur veðrur seldur á mexicanskan hátt, har boðið verður kr. 50,00 hvørja ferð.
Uppboðið verður í ár í Ítróttarhøllini í Runaví. Eis-ini verður mat-tombola, fiskibrunnur og søla av kjálkum.
Hetta er triðja árið, vit skipa fyri seyðauppboði í Runavík. Kappróðrar-felagið NSÍ vónar at síggja nógv til tiltakið, og at fólk hava góðan hug at bjóða.
Merrild-kaffi skipar eisini so fyri, at fólk kunnu fáa ein kaffimunn.
Slaktarin hjá Miklagarði fer at grilla pylsur, búffar og eitt heilt krov.
Eisini fer Jónsvein Olsen at syngja ein nýggjan veðrasang, og Finn úr Klaksvík fer at undirhalda við skemtisøgum.