Nú er tíðin, tá ið áseyðurin verður royttur. Veðrið hevur verið av tí fagrasta, tí hava fleiri hagapartar longu nú verið í áseyðaroyting.
Nógvur seyður hevur kastað ullina, tí er skjótt at royta, tað ið roytast skal.
Seyðurin hevði ein harðan vetur og var tí veikur í vár, men seinni parturin av várinum og summarið higartil hava roynst so avbera væl, at seyðurin er komin væl undan. Lembingarveðrið var eisini gott, tí gekk væl við lembingini, eisini láta menn væl at, tað verður sagt, at væl er lambað.
Í Sandavági vóru teir í áseyðaroyting í 4 hagapørtum í gjár. Veðrið var av tí allarfagrasta, hitin lá um 20 hitastig, so øll fingu nokk av sól. Trupulleikin er bara tann, tá ið hitin er so nógvur, at seyðurin er ringur at reka.









