Hóast veðrið ikki var av tí besta, so var at kalla fullsett í Mentanarhúsinum, har Frits Johannesen hevði sett upp áhugaverda skrá um seyðaprát í gjárkvøldið.
Onkur tók til, at kvøldið var so upplýsandi og áhugavert, at tað átti at verið bandað. Tá var Frits kvikur at svara, vit fara bara í Norðurlandahúsið við hesum sama tiltaki.
Frits Johannesen hevði kallað tiltakið, »kvøldseta í Mentanarhúsinum í Fuglafirði um seyð og fjallgongu«. Magna Thomassen, lærari, dóttir Robert Joensen, greiddi frá um faðir sín og vikri hansara, har hann m. a. skrivaði bókina, »At býta seyð og fletta«. Annars um uppvøksturin, har Robert tók Magnu og systrina við til alt, sum fyri fórst og skuldi her liggja eitt uppalandi rák.
Kristin Poulsen, lærari, segði frá seyðasøgum úr Fuglafirði. Jákup Pauli Johannesen, arkitektur, um seyðasøgur frá faðir sínum, Evaldi Johannesen. Petur Martin Petersen, kunningarstjóri, las upp yrking - ja, eitt seyðakvæði um seyð og seyðahald, sum hann hevði yrkt og Dávur Winther, mentanarleiðari, segði frá seyðarakstri og fletting á Skarvanesi. Eisini varð sungið, har Jógvani á Lakjuni spældi so undirfagurt undir á klaver - og sera hóskandi sang og spældi Niels Midjord eisini, Fimm feitar flugur.
Jú, her var rættiligur seyðahugni, so tú næstan kendi ræsta roykin av einari góðari síðu úr Klemmuni í hølinum.
Kjartan Madsen, fotografur vísti myndir við uppvørpu á veggin frá fjallgongu í Klemmuni, Gjógvará, Fjalli, Skarðhaga, á Góðadali, Rustini og ein lítil filmur varð eisini vístur, tá ið menn vóru móðir á rætt og skuldu hagreiða seyðin.
Og ikki at gloyma, so varð eisini boðið til ein góðan te- og kaffiduss í steðginum, har prátið gekk so lystiliga.
Menn vóru samdir um - har vóru ikki nógvar kvinnur - at kvøldið var sera væl eydnað, og átti at verið endurtikið, kanska onkra aðra staðir.