Seyðahundarnir kappast í Kollarfirði

Hundakapping: Seyðahundafelagið skipar fyri kapping leygardagin

Leygardagin 23. oktober, kl. 11.00, fer ein rættiliga forkunnug kapping av barkastokki á landbúnaðardeplinum í Kollafirði.

Tá skipar Seyðahundafelagið fyri kapping millum seyðahundar í Føroyum.

Seyðahundafelagið er ikki gamalt felag - bert eini 6 ár - men hevur hóast unga aldurin longu um 100 limir.

Absalon Hansen, sum er limur í Seyðahundafelagnum sigur, at hetta er fyrsta kapping av sínum slag, men at ætlanin er at skipa fyri fleiri tílíkum kappingum komandi ár.

Hann leggur eisini afturat, at eingin FM-kapping er fyri seyðahundar, men at tað heldur ikki er óhugsandi, at tað í framtíðini verður skipað fyri eini tílíkari.

Sum sagt byrjar kappingin klokkan 11, og tey, sum ætla sær at verða við skulu møta við hundum sínum í seinasta lagi ein hálvan tíma áðrenn kappingin byrjar.

Limaskapur í Seyðahundafelagnum er ikki nøkur treyt fyri at vera við í kappingini og tískil eru øll vælkomin at vera við sigur Absalon Hansen.