http://www.hundar.foÍ gjár varð skipað fyri seyðahundakapping í Fossdali norðan fyri Velbastað.
Fyrireikararnir lata sera væl at kappingini, har 24 hundar luttóku.
Úrslitini vóru hesi:
Klassi 3 (Teir bestu hundarnir)
1 Páll Poulsen við hundinum Tara fekk 99 stig
2 Absalon Hansen við hundinum Shep fekk 82
3 Eyðstein Jensen við hundinum Nap fekk 80 stig
Klassi 2 (Víðarikomnir hundar)
1 Anna S. Fjallheim við hundinum Zita fekk 78
2 Anna S. Fjallheim við hundinum Midge fekk 76
3 Jónleif Jørgensen við hundinum Perla fekk 73
Klassi 1 (Hundar á byrjunarstøði)
1 Hanus Højgaard við hundinum Tulla fekk 63
Sí annars www.hundar.fo