-At vilja hava sex við øðrum enn tínum maka er púra natúrligt, sigur Birita Lamhauge Joensen, sexologur Í flestu samfeløgum um okkara leiðir er tað ein óskrivað regla, at vit skulu verða hvørjum øðrum trúgv. Meirilutin góðtekur ikki, at fólk, ið liva í parlagi, hava sex við øðrum enn maka sínum. Birita Lamhauge Joensen heldur, at álitisbrotið er tað sum er skeivt, og ikki gerðin í sær sjálvum.
- Eg haldi ikki, at tað er nakað galið í, at verða sexuelt virkin við øðrum enn sínum maka. Tá ið vit velja at fara í parlag lova vit samstundis, at vit ikki fara at verða sexuelt virkin við øðrum enn maka okkara. Tað er ein sjálvfylgja sum vit fara inní, sum vit als ikki vita, um vit kunnu halda, sigur hon.
Samfelagið leggur upp til, at vit skulu verða trúgv ímóti hvørjum øðrum. Tá vit í kirkju standa og skulu vígast lova vit hvørjum øðrum trúskap. Men tað er sambært Biritu Lamhauge Joensen, at seta fólk í fongsil fyri ævir.
- Vit krógva okkara girnd, tí vit fáa at vita frá samfelagnum, at tað er skeivt. Men tað er tað ikki. Hvør persónur hevur ymiskar sexuellar girndir, og tískil mugu vit góðtaka hvønn annan, sigur Birita.
- Eg havi hugsað nógv um hendan spurningin í langa tíð, og eg dugi ikki at skilja hví tað skal verða so skeivt. Kærleiki og sex er ikki tað sama, og tað ber væl til at elska onkran, men vilja hava sex við onkrum øðrum. Og tað ber væl til at hava fantastiskt sex við onkrum sum tú hatar. Eg haldi, at tað eru samfelagskarmarnir sum gera, at vit halda tað er so skeivt, tí gerðin í sær sjálvum er púra natúrlig, sigur Birita Lamhauge Joensen við Planet.