Sexlega í Nesvík

Klumma

Guðs børn batna, og nú um dagarnar skrivaði Norðlýsið, at Heimamissiónin eftir nýggjár skipar fyri sexlegu í Nesvík. Okay. Lat meg vera fair. Tað verður neyvan ein sexlega a la bunga-bunga veistlurnar hjá Berlusconi ella sum í Paradise Hotel – hóast felagsnevnarin í øllum trimum førum er tann sami: sex. Men meðan Berlusconi og luttakararnir á Paradise Hotel bunga til høgru og vinstru, so halda tey seg í Nesvík til at tosa um sex.

Greinin, sum umrøddi leguna, bar fantastiska heitið: “Viðkomandi lega”. Sádan. Legan er simpulten viðkomandi! Sum skrivað stendur: “Ja! Tað er viðkomandi fyri ein og hvønn, serliga eftir, at man er vorðin tannáringur. Fyrr varð sex tíðum dult sum mansmorð, men tað ger ongan mun. Børnini koma í verðina og tað er gott. Men tað skal gerast við skili, meta samkomurnar kring landið”. Sikken ein innsikt!

Tá hetta er sagt, so skal eg ikki gera teimum órætt, men eisini endurgeva partin av greinini, sum vísir á, at orðið “sex” faktiskt er nevnt einar tvær ferðir áður í Nesvík. Og eg endurgevi: “Tað kundi fyrr henda seg á onkrum legum, at í onkrum spurnarkassa hættaði onkur sær at skriva ein lepa og spyrja, um sex var gott áðrenn hjúnalag, ella aðrir spurningar stungu seg upp í samband við sex, sum onkur mætur talari setti seg føran fyri at svara”. Soleiðis hevur onkur rebellur av Guðs børnum dittað sær at skræða ein part av sunnudagsskúlakortinum og har skrivað henda óhugsandi spurning. Hann spyr, sum ikki veit – og viðhvørt var onkur mætur talari førur fyri at svara.

Upplýst verður í somu grein, at enn er ógreitt, hvør kemur at hava hvønn bíbliutíma á hesi góðu legu. Eitt uppskot kundi verið mæti sexologurin Elin í Stórustovu. Har kundi evnið passandi verið: “Hvussu sleppur tú í lovaða landið”.

Skemt til síðis. Høvuðsevnið á leguni verður: “Liv lívið – bíða við sex”. Og eg má viðganga, at eg gott kundi hugsað mær at farið til leguna bara fyri at fáa at vita, hvussu hasi bæði tingini hanga saman. Havi enn tá hugt á tilmeldingarlepan fyri leguna. Hon kostar 420 krónur. Og so skalt tú eisini upplýsa, um tú hevur onkra sjúku. Hvat hevði tað ikki verið befríandi, um onkur skrivaði “klamydia” – og faktiskt hevði tað eisini. Ella enn betri: um onkur fekk klamydia í Nesvík!