Sex uttan hít er gott

Tað er eingin ivi um, at hítir verja ímóti kynssjúkum, men sex uttan hítir hevur likamligar og sálarligar fyrimunir. Tað staðfestir bretskur granskari. Sálarfrøðingurin Stuart Brody, sum starvast á University of West Scotland, hevur gjørt fleiri heldur øðrvísi og kontroversiellar kanningar, sum oftast finna vegin fram til slatur miðlarnar.

 

Hesaferð hevur hann tó almannakunngjørt eina kanning í ?Archives of Sexual Behaviors? við heitinum ?Greater Frequency of Penil ? Vaginal Intercourse Without Condims is Associated with Better Mental Healt?. Í greinini staðfestir hann, at hítufrítt sex er sunt samanborið við sex við hítu.

 

Brody gjøgnumgongur fleiri vísindaligar kanningar, sum vísa á sunnar fylgir av hítufríum sexi. Hann sigur seg eisini síggja tekin um, at sex við hít hevur neiligar fylgir. Hann vísir á ymiskar altjóða kanningar, sum vísa, at nýtsla av hítum í eitt longri tíðarskeið er sett í samband við deprissión og sjálvmorðstankar, umframt aðrar sálarligar trupulleikar.

 

 

 

 

Nógvar orsøkir

Brody vísir á fleiri ymsar orsøkir til, at sex við hít ávirkar sálarliga. Hítir minka um seksuella nøgdsemi og nærleikakensluna. Fólk við sálarligum trupulleikum eru meira bangin, og tískil hava tey lyndi til, at verja seg við hít.

 

Stuart Brody vísir eisini á, at byrja við sex uttan hít í ungum aldri er gott, tí tað økir ofta um títtleikan av sex uttan hít og gevur samstundis betri sex góðsku, sum eisini minkar um strongd og so framvegis.

 

Ikki allir granskarar eru samdir við niðurstøðunum hjá Stuart Brody. Fleiri vísa á, at hann er selektivur, tá ið hann velur keldur, eins og kanningarnar ikki eru nóg væl undirbygdar, siga kritikarar.

 

Kelda: ekstrabladet.dk