Sex, undirklæði og parlívið í fokus

Fyrilestrar frá sexologi, stylisti, parterapeuti og makeup-artisti er á skránni fríggjakvøldið, tá ið kvinnukvøld verður í Rex.

 

 

Kvinnurnar eru í hásæti fríggjakvøldið, tá ið kvinnukvøld við elin.fo er á skránni í Rex.

 

Umframt fyrilestrarnar verður frek sýning av jólaklæðum frá innast til uttast. Ókeypis damudrykkir og kappingar verða á skránni, eins og okkurt, sum fyrireikarar nevna sum “frekt”, verður á skránni.

 

Fyrilestrarnir fara at eitt nú at snúgva seg um hvussu tú fært tað optimala úr tínum sexlívi – bæði við tær sjálvari, manninum ella og frá einum knallgóðum vini.

 

Hvussu tú keypir undirklæði eftir tínum formum, og hvussu sexlívið hjá einari kvinnu broyttist, tá ið hon legði seg nøkur kilo aftur.

 

Tiltakið byrjar klokkan 21.00, og menn sleppa ókeypis inn eftir klokkan 01.00.

Meira kann lesast um tiltakið á elin.fo ella á Facebooksíðuni hjá Rex.