Øssur Johannesen
????????
Ein tann støsti og mest originali listamaðurin innan danska nútíðarlist er uttan iva Hans Henrik Lerfeldt.
Hann er mest kendur fyri sínar erotisku og surrealistisku myndir.
Hann var føddur í àrhus í 1946, hann bleiv svikin og adopteraður av eini prestafamilju
Sum eisini sviku hann tey vístu hann frá sær og hann endaði á einum barnaheimið har í hann týðliga lærdi lívsins beisku veruleikar at kenna, hann rýmdi og fann troyst í tí harða umhvørvinum í undirverðini í stórbýnum københavn millum horður og tey kriminellu.
Hann hevði problemir við at tilpassa seg bæði familju og samfelagið alt lívið.
Hann byrjaði at mála á barnaheiminum og kom sum heilt ungur inn á Kunstakademii har í hann gekk í 5 ár og hevði Sørin Hjort Nielsen, Palle Nielsen og Holger J. Nielsen sum professarar, men hansara stóra fyrimynd var danski surrealisturin Vilhelm Freddie sum eisini var vinur hansara og Freddie og konan Ellen sótu ofta model fyri honum.
Hans Henrik Lerfeldt hevði serligan áhuga fyri sexualitetinum og kvinnuni, Hann lýsti tí sexuellu girndina og tann farliga sexualitetin sadomasokismuna, harðskapur og líðing sum sexuella njótan í myrkum órógvandi og køldum myndum har í hann blandaði tað fotorealistiska við tí surrealistiska sum bara hann kundi gera tað, á ein sera meistarligan virtuosan hátt. Myndirnar hjá honum eru fangandi og facinerandi bæði ræðandi og dragandi, men mær dámar verri enn so allar hansara myndir.
Hann var hugtikin av vakurleikanum og tí destruktiva ella oyðandi og tað eru ímillum hesi evnini at hann skapar sínar myndir.
Sexualiteturin er eitt veldugt og sera umfatandi evni at fara undir og Hans Henrik Lerfeldt kastaði seg út í hetta evni við nærløgdum intensum og sannførandi áhuga. Hann var djarvur út um alt mark og myndir hansara virkaðu provokerandi og hugtakandi alt í einum.
Tað eru øgiliga fáir listamenn yvurhøvur í hava hætta sær at lýst sexualitetin innan myndlistina og fáur man hava gjørt tað beturi og meira fangandi og facinerandi enn Hans Henrik Lerfeldt..
Awakening eitur ein akvarell frá 1980, tú fært ein beint frammaná av hesi sera freku mynd vit síggja eina sera sexuta og vakra unga kvinnu, hon er hálvnakin og hon gleivar beint ímóti tær sum um hon sigur við teg kom inn í meg!
Lørini eru fyldig og vælskapt og hon hevur sexutar svartar hosur, men ein yvurvaksin fluga hevur sett seg á herligheitina, kynshárini síggjast, hon hyggur svang beint uppá teg græð og villig við svørtum langum hári hon hvílir hondina við teimum reyðu langu neglinum á høvdið.
Man kann ikki annað enn at blíva sexuelt østur av at síggja hesa myndina. Eitt er at síggja eina sexuta kvinnu nakað heilt annað er at megna at mála eina sexuta kvinnu, tað er ikki barat siga tað, men tað megnaði Hans Henrik Lerfeldt beturi enn nakar annar eg kann koma í tankar um. Modigliani dugdi eisini at mála erotiskar kvinnur.
Nógvir listamenn hava roynt at eftirlíkna Hans Henrik Lerfeldt uttan at nakar hevur megna at koma omanfyri knøini á honum.
Hann lýsti sexuellu girndina, litinskapin kvinnuliga vakurleikan og tað destruktiva og hugan harðskapin og líðingina.Hann lýsti ongantíð kærleikan í sínum sexuellu myndum. Tað megnaði hann ikki og ynskti tað helst heldur ikki. En myndir hansara vóru veruligar ektaðar og erligar og upplivaðar, tó ongantíð ordiliga nærverandi tað er altíð ein køld distansa í hansara myndum sum virkar órógvandi, men samstundis hugtakandi og facinerandi á ein gátuføran og mystiskan hátt.
Uttan tittul eitur ein tekning frá 1977 hetta er ein intim og dramatisk teknig av eini sexuellari samlegu ein dama verður tikin hon blundar og muðurin er opin av sansaðari sexuellari njótan, man sær bara kvinnuna og ikki mannin. Her hevur hann fanga orkuna og dynamikkin í tí sexuellu samleguni sera sterkt og sannførandi og líka so veruligt sum at síggja eitt pornoblað.
Viktorianst bílæt frá 1977 eitur ein oljumálningur, ein sera ung vøkur og heldur óskyldig kvinna situr nakin í einum stóli við vøkrum andliti og reyðum hári, ein yndislig erotisk kvinnumynd meira kensluborin og heit enn man er vanur við frá Hans Henrik Lerfeldt, hetta er ikki ein typisk mynd fyri hansara stíl meira traditionell.
Tann síðsti veruleikin eitur oljumálningur frá 1978 hetta er ein mynd í lýsir tann ekstrema myrka og farliga sexualitetin sum summi menniskjur dyrka ein kvinna situr og er bundinum hendur og bein høvdið hvílir hon niður á knøini ,man sær bara myrka og fyldiga hári beint við læri sær man eina stóra grashoppu sum er forma sum ein fallos, myndin talar fyri seg sjálvan
Blindabukk eitur ein akvarell frá 1979.
Hetta er ein sera pervers mynd, vit síggja eina damu við bindi fyri eyguni sutta eina velduga kjøtkanón og hon elskar tað sjálvandi uttan um kyni skríga fleiri sera ólekrar larvur og á búkinum á manninum stendur ein yvurvaksin sera óhugnalig og diabolsk fluga við reyðum veingjum, man sær ikki mannin. Myndin er sum allar hansara bestu myndir sera fangandi dramatisk og dynamisk í sínum motivi og órógvar og hugtekur alt ísenn.
Vanitasmynd eitur akvarell frá1980. vit síggja eitt sera vakurt kvinnuandlit fotogent sum hjá einari model. Fyldigar sensuellar varrar vøkur viðkvom og tóm eygur og andliti skínur sum eitt yvurnatúrligt ljós á pannuni er ein yvurvaksin giftig veps sum symboliserar tað kriminellu undirverína alfonsanir og kundarnir sum útnytta hesa horuna ofta eru tað Hells Angels sum standa fyri Prostitutiónsvirksemi.
Er hann skitsofrenur spurdi onkur meg tá í viðkomandi sá Lerfeldtsa myndir eg veit væl hvat hann meinar við. Vakurleikin og deyðin er tað í henda myndin vísurnemliga at menniskjur og eisini vakrar kvinnur eru forgeingiligar.
Ongin sleppur undan kistuni og í einsemi niður til moldina at búgva til ormaføði amen! Sami gud í okkum líviðgevur sami gud tað aftur krevur fyri at endurgeva eina yrking.
Poor cinderella eitur ein akvarell frá 1981. Vit síggja eitt kvinnuandlit ella rættari eina kvinnu blíva álopna av eini yvurvaksnari aggressivari grønlittari grashoppu vit síggja tennirnar hjá damuni og eisini grashoppuni og síðani hevur hann málað nakrar linjur fyri at kamuflera andliti á kvinnuni og myndina sum heild. Ein sera grotesk og pervers mynd.
Double image eitur ein akvarell frá 1982, vit síggja beinini hjá eini frodigari og fyldigari kvinnu hvítar stroppar hevur hon og man sær beint inná herligheitina inngongina inn til lívmóðurina fullkomuliga realistist nágreinliga og presist málað ein sera einføld og kraftmikil mynd mála av kvinnuni og hennara sexualiteti, henda myndin virkar sera sexuelt øsandi uppá meg.
Portrett2 eitur ein akvarell frá 1983 vit síggja eina vakra kvinnu, andlitisbráið sigur frá sexuellari girnd sum um at henda kvinnan vil hava eina stóra kanón uppí seg sum allar vilja tað sjálvandi.
Hetta sexuelt øsandi andlitisbrái hjá hesi vøkru kvinnu er meistarliga fangað og endurgivið.
Its ablue world around us eitur akvarell frá 1986.
Vit síggja eina eiggiliga kvinnu við myrkum svørtum flottum hári við eini svartari masku fyri andliti hon heldur hendurnar um síni vælskaptu brøst hon hevur reyðan gjøgnumsigtigan brøsthaldara svartar sexuttar stroppar, kynshárini síggjast rundan um herligheitina hon er í svørtum hetta er eins og nógvar aðrar myndir hjá Lerfeldt ein hora. Lerfeldt var góður við og hugtikin av horunum og brúkti tær m.a. til model.
Horurnar vóru sum heilagar gudinnur fyri hann, tær inspireraðu hann og hann hevði framhaldandi samband við tað søta lívið á vesterbro har í hann í mong ár kom fram um náttina undir breyðskuggaðum kunstnarahatti og stokki við silvurhondtaki sum ein annar Toulouse Lautrc fyri árhundraðskifti.
Hann leitaði eftir vakurleikanum hann vildi ikki provokera men vildi liva seg inní sínar myndir so hann kundi føla súsi fyri sínum oyrum, um sína list segði Lerfeldt eisini stutt einfalt og rámandi.
Egentliga havi eg ongantíð ynskt at provokera eg vil úttrykkja eitt upplivilsi nakrar kenslur nakað sum hevur facinera meg.
Men provokera tað gjørdi hann og fólk vóru eisini glað fyri hannsara opinleika, fólk streymaðu til hansara framsýningar.
Hans Henrik Lerfeldt dámdi sera væl Jazz tónleik hann átti yvur 7000 jazzplátur
Chet Baker og Bill Evans vóru millum hansara favorittar. Hans Henrik Lerfeldt og Chet Baker vóru vinir, í bókini um Lerfeldt er eitt sera gott fotoendurgivið í bókini har í Teir vóru saman í Glyptotekinum í Købinhavn í 1988 bara eitt ár áðrenn Lerfeldt doyði. Vit síggja Hans Henrik Lerfeldt sitandi hann hyggur viðkvæmt og við eyðmjúkari virðing og kærleika uppá Chet Baker sum sær út júst sum tað hann var eitt vónleyst Heroinvrak, hann loyp úr einum hotelvindeyga í Amsterdam og doyði ein tragiskur jazzmeistara.
Lerfeldt spældi í Ingmar Bergmann filminum Fanny og Aleksander tað var hansara stóri korpus sum fangaðiBergmansa áhuga, Lerfeldt spældi tann sjúka fasturin Elsa Bergins sum til síðst brendi upp í filminum sera symbolst fyri Lerfeldtsa egna lív.
Hans Henrik Lerfeldt doyði av sínum harða lívið sum alkoholikari og heroin narkomanur í 1989 42 ára gamal.
Einsamallur og menniskjastyggur, kom man tætt inn á hann upplivdi man hann sum tað fína og hjálpsama men eisini sárbæra menniskja hann var.
Hann brendi seg sjálvan upp innanífrá, hann leitaði eftir eymleikanum og kærleikanum sum hann ikki fekk sum barn, men fann einki av hesum.
Ein av mínum listamannavinum úr København sum er deyður nú vitjaði einaferð Lerfeldt og segði at hann var litterur og hann segði m.a. at hann ikki hataði Gud sjálvt um hann átti at gjørt tað. Hann prátaði seint sløvur og niðurdoyvdur av heroini.
Umframt at vera ein stórur listamaður var Hans Henrik Lerfeldt eisini ein stór persónligheit og hann er í dag blivin ein legenda og ein myta.
Í einum av hansara seinastu sjálvsmyndum síggja vit hann í sólbrillum hyggja uppeftir í luftina við stórum skeggi og langum hári í síni egnu einsamøllu eksentrisku og gátuføru verð gjøgnumsyrgaður av síni list og jazzi, stoffum og horum....................
Keldur:
Bók um Lerfeldt og Alex Steen í Kunstárbogen.