Sex-málið ímóti Berlusconi útsett

Tað nógv umrødda sex-málið ímóti italska forsætisráðharranum, Silvio Berlusconi, byrjaði í rættinum í Milano í morgun. Men tann fyrsti rættarfundurin vardi bara fimm minuttir, tí rætturin útsetti málið til tann 31. mai.

At málið hevur áhuga sást í rættarhølinum og uttanfyri, har fleiri hundrað tíðindafólk royndu at fylgja við tí, sum hendi.

Silvio Berlusconi er ákærdur fyri at hava goldið einari 17 ára gamlari gentu úr Marokko pening aftur fyri kynsligt samband og fyri at hava misbrúkt sítt vald.

Hvørki Berlusconi ella tann marokkanska gentan vóru í rættinum í morgun.