Sex & the City-style í Hvonn

Síðsta leygarkvøld vóru tær fýra vinkonurnar, Henrietta Hammer, Albjørg Joensen, Hildigarð Jakobsen og Durita Müller ein túr á barrini, Hvonn, sum er ein av nýggju barrunum í Havnini. Teir fýra vinkonurnar lótu sera væl at nýggja staðnum.

Tá tær komu inn, bóðu tær um ein Front Martini, ein Cosmopolitan, ein Strawberry Daiquiri og ein Metropolitan, sum eru fýra ymiskir cocktails, og tær lótu væl at drinkunum.

- Ja, allir smakkaðu ótrúliga væl. Teir vóru ordiliga væl gjørdir, bæði frískir og søtir. Tað var eisini gott, at bartendarin segði frá, hvat var í, og hann spurdi okkum eisini, júst hvussu vit vildu hava, og hetta dámdi okkum væl, siga tær tríggjar.

Tær hildu eisini, at alt gekk avbera skjótt fyri seg í barrini, og bartendarnir gjørdu alt fyri, at kundarnir skuldu føla seg væl í barrini. Sum heild vóru tær sera væl nøgdar við serveringina.

Hvonn er í einum sera hugnaligum høli á niðastu hædd á Hotel Tórshavn, og tær fýra dámdu eisini væl hølið.

- Hølið er sera gott. Har er gott pláss, og so er tað ótrúliga gott, at man ikki kann roykja inni. Hetta ger, at luftin er deiliga frísk í barrini. Tað er eingin ivi um, at hølið ger staðið enn betri, halda tær.

Sjálvt um tær vóru ótrúliga væl nøgdar við nýggju barrini í Havnini, so hildu tær tó, at okkurt kundi verið væl betri.

- Hetta kvøldið var bert eitt vesi á barrini, og hetta var ein stórur trupulleiki. Vesið var ov lítið, røðin ov lang, og so var alt ov heitt á vesinum. Hetta er nakað, sum tey burdu bøtt um. Burtursæð frá hesum, so var kvøldið á Hvonn sera gott, søgdu tær tríggjar at enda.