Sex and the City í Norðurlandahúsinum í dag

Hvussu ávirka miðlar og arkitekturur okkara hugsanir um kvinnur og menn? Í hvønn mun er kyn avgerandi fyri byggisnið og samferðslu? Hvussu skipa vit almenna rúmið fyri øll?

 

 

Hesi evni verða viðgjørd á einum tiltaki í fyrilestrarøðini VITSKA í Norðurlandahúsinum í dag frá kl. 16.00-18.00. 

 

 

Á skránni er fyrilestur frá eitt nú Anju Hirdman. Anja Hirdman er miðlagranskari við universitetið í Stockholm. Hon granskar miðlar, mentan, visuelt samskifti, kyn, kenslur og myndir og týdning teirra. Hon hevur millum annað granskað, hvussu menn og kvinnur verða lýst í ymsum miðlum, t.d. í tíðindabløðum, lýsingum, sjónvarpi og sosialum miðlum. Hirdman hevur m.a. skrivað bøkurnar Tilltalande bilder (2002), sum snýr seg um, hvussu kyn og seksualitetur verða lýst í tíðindabløðum, Den ensamma fallosen (2007), Döden i medierna; Våld, tröst och fascination (2012), Mediers känsla för kön (2015), og hon arbeiðir í løtuni við eini bók um, hvønn týdning kenslur hava í audiovisuellum miðlum.​

 

 

Eisini verður fyrilestur við Gísli Marteinn Baldursson er sjónvarpsvertur og serliga kendur fyri kjaksendingina “The Week with Gísli Marteinn” í RÚV. Hann var Loeb Fellow við Harvard Graduate School of Design 2014-2015, býráðslimur í Reykjavík 2002-2013 (varalimur 2002-2006) og hevur eina MSc í The City frá University of Edinburgh.