Innspælingarnar til næsta Sex and the City filmin eru farnar í gongd, og tær verða sjálvandi gjørdar í New York. Herfyri sóu hepnir new yorkarar Sarah Jessica Parker (Carrie) og Chrisopher Norton (mr. Big) til arbeiðis á gøtunum í New York.
Tað frættist, at Carrie helt stílin og skifti klæðir óteljandi ferðir. Eisini sást Sarah Jessica Parker í einum stórum, ljósum, krúllutum parykki. Hann verður nýttur í einum filmsbroti, sum er eitt flashback aftur til 80?ini.
Filmurin skal ætlandi frumframsýnast í USA í mai 2010.