Dóttirfelagið hjá SEV, hvørs endamál var at fáa streym úr alduorku, er nú endaliga farið í søguna.
Tað byrjaði so væl, tá SEV, saman við Wavegen og ENI, fór at kanna møguleikarnar at vinna streym úr alduorku.
Men ambitiøsa ætlanin gjørdisti tó ongantíð veruleiki, men tvørturímóti ein støðug útreiðsla fyri almenna orkufelagið.
Ein leystlig meting er, at SeWave-projektið hevur kostað okkurt um sjey milliónir krónur.
Á sumri 2011 varð stjórin fyri felagið, Ólavur Gregersen, koyrdur frá, og SEV fór tá undir av avvikla felagið.
Hósdagin í vikuni varð felagið so endaliga strikað úr partafelagsskránni.









