Sevilla vann Super Cup

Real Madrid og Sevilla leiktu í gjár seinna finaludystin í spanska Super Cup.

Í tí fyrra dystinum vann Sevilla 1-0 á heimavølli, og tí skuldi Real Madrid fram á vøllin. Tað var tó Sevilla, sum vísti besta spælið ígjøgnum dystin. Í hálvleikinum vóru teir á odda 3-2 við tveimum málum av Renato og einum av Kanoute, meðan Drenthe og Cannavaro skoraðu málini hjá Real Madrid. Eftir steðgin skoraði Sevilla tvær ferðir afturat, meðan Real Madrid fekk eitt mál, og tí endaði dysturin við 5-3 sigri til Sevilla. Kanoute skeyt bæði málini hjá Sevilla eftir steðgin og fullførdi harvið sítt hattrick.