Sum vanligt hevur verið seinastu árini, keypa kinesisk fótbóltsfeløg leikarar úr Evropa, eftir at flytingargluggin er latin aftur har.
Í dag hevur enn eitt stórt navn í evropiskum fótbólti kunngjørt flyting til Kina, og tað hevur vakt serligan ans á sosialu miðlunum.
Talan er um Daniel Carriço, sum eftir seks ár í spanska Sevilla, nú skal spæla við Wuhan Zall í Kina.
Skiftið er serligt, orsakað av, at býurin Wuhan, er staðið, har fyrstu tilburðirnir av Coronavirusinum vóru staðfestir. Býurin hevur verið so at siga avbyrgdur seinasta mánaðin.
Kortini kunnger Sevilla FC á heimasíðu síni í dag, at Daniel Carriço er seldur til Wuhan, og ikki spælir við spanska felagnum longur.
Portugisiski Daniel Carriço hevur áður spælt við Sporting í Portugal, Reading í Onglandi og Sevilla í Spania.
Í Sevilla verður hann serliga fagnaður fyri at hava verið partur av at vinna Europa League trýggjar ferðir. Serliga væl munnu Liverpool-fjepparar minnast Carriço fyri at forða fyri Liverpool-máli í finaluni í 2016, tá ið Carriço ruddaði bóltin burtur frá sjálvari málstrikuni tíðliga í dystinum. Sevilla vann finaluna 3-1.
Mótstøðuliðini í Spania minnast serliga Carriço fyri rátt spæl og harðar takklingar. Serliga ein dystur, har Carriço fekk tvey gul kort innan ein minutt fyri tvær takklingar á Lionel Messi, gjørdi portugisiska verjuleikaran víðagitnan.
Kinesiska kappingin byrjar nú leygardagin. Umframt Daniel Carriço hevur Wuhan tríggjar útlenskar leikarar. Kendast av teimum er Leo Babtistão úr Brasil.
##med2##












