Fótbóltur
Sevilla var favorittur undan dystinum, og teir tóktust í fleiri førum hava sett sigurskósina. Í fyrstu atløgu javnaði Riera leiðsluna, sum Correia hevði givið Sevilla tíðliga í dystin.
Men tá Espanyol so misti Moises góðar 20 minuttir fyri leiklok, fekk Sevilla av álvara allar trumfirnar.
Teir løgdu eisini trýst á, men kortini kom einki mál afturat í longdu leiktíðini.
Alt tóktist tó avgjørt, tá Kanoute skoraði beint fyri steðgin í longdu leiktíðini, men eftir 115 minuttir javnaði Jonatas.
Tí mátti brotsspørk til, men har var Walter Pandiani einasti maðurin, sum fekk bóltin í Sevilla málið.
Andres Palop bjargaði skotum frá Luis Garcia, Jonatas og Torrejon, og tí gjørdist hann at enda stóra hetjan. Daniel Alves var einasti spælarin, sum misnýtti fyri Sevilla, tá hann skeyt himmal høgt upp um málið. Kanoute, Dragutinovic og Puerta skoraðu.
Espanyol-Sevilla 2-2 eftir longda leiktíð. Sevilla vann 3-1 eftir brotsspørk.
0-1: Claro Adriano Correia, 18
1-1: Albert Rieira, 28
1-2: Frederic Kanoute, 105
2-2: Domingos Jonatas, 115
Reytt kort: Hurtado Moises (Espanyol), 68.