Sevilla fekk ein stóran møguleika at leggja seg á odda um miðjan fyrra hálvleik, tá Sergio Ramos hjá Real Madrid gjørdi brotsspark. Luis Fabiano skoraði, og so var 1-0. Sami Fabiano hevði fleiri møguleikar at økja um leiðsluna, men í málið fór bólturin ikki, og tí endaði dysturin 1-0. Seinni dysturin verður í Madrid komandi leygardag.