Á býráðsfundi í Tórshavnar kommunu í gjár var eitt mál fyri, har SEV bað um optión til í eitt ár at keypa byggilendi á umleið 20.000m2 til 30.000m2 við Stórutjørn. Tað er í samband við ætlanina, um at byggja ein nýggjan umsitingarbygning, ið skal virka sum høvuðssæti hjá elfelagnum, at felagið ynskir at keypa byggilendi.
Talan er um ein part av tí byggilendinum, ið Jákup á Dul Jacobsen á sinni ætlaði at byggja sína stóra verkætlan Stórutjørn, ið umfataði stór ráðhús, golfvøll og mangt annað.
Frammanundan hevur býráðið eisini samtykt, at ein partur av økinum við Stórutjørn skal brúkast til nýggjan kirkjugarð í Hoyvík.
Harvið røkist fyri, at økið, ið skuldi brúkast til ein av størstu privatu byggiverkætlanunum nakrantíð, nú møguliga verður brúkt til høvuðssæti hjá SEV og kirkjugarð.
Býráðið tók ikki støðu til málið í gjár, tí málið varð útsett.










