SEV vil lækka el-prísin hjá vinnuni

Hóast SEV kann breggja sær av einum avlopi á slakar 30 mio. krónur í 2003, skulu føroysku húsarhaldini ikki vænta nakra príslækking í næstum. Vinnan kann kortini fegnast um tilmælið hjá SEV-stýrinum um príslækking

Føroyska vinnulívið sleppur komandi árini at rinda minni í el-útreiðslum. Stýrið í SEV mælir til, at el-prísurin til vinnuna lækkar við 3 oyrum frá 1. januar 2005. Síðan 2000 hevur prísurin verið 0,67 krónur fyri kilowatttíman, men stendur tað til SEV-stýrið lækkar prísurin til 0,64 krónur.
Tilmælið hjá SEV-stýrinum skuldi góðtakast seinnapartin fríggjadagin-eftir okkara evsta mark. Í skrivandi løtu ber tí ikki til at staðfesta um umboðsnevndin góðtekur tilmælið stýrinum.
-Vit hava í dag ein hægri prís enn eitt nú Danmark, og tí halda vit, at tað er rætt at lækka prísin. Vit vilja eisini gera okkara til, at tað er lættari at fara undir vinnuvirksemi í Føroyum, sigur Hans Tausen Olsen umboðsnevndarformaður

Sami prísur
Meðan nógv bendir á lægri prísir hjá føroysku vinnulívinum, skulu húsahaldini ikki vænta eina príslækking komandi árini. Hóast SEV kann breggja sær av einum roknskaparavlopið á góðar 30 mio. krónur, hevur leiðslan ongar ætlanir um at lækka prísin fyri húsahald í Føroyum.
Leiðslan í SEV vísir staðiliga aftur skuldsetingunum um okursprís á el-orku, og vísir á, at príslegan er bæði hægri í Grønlandi og í Danmark. Grønlenski og danski el-prísurin fyri húsarhald er ávikavist 2,23 og 1,79 krónur kilowatttíman. Síðan 2000 hevur føroyski prísurin verið 1,39 krónur kilowatttíman.

Gongur væl
Rakstrarroknskapurin hjá SEV fyri 2003 gav 31, 3 mio. krónur í avlopið. Klæmint Weihe sigur, at úrslitið er betur enn væntað.
-Vit høvdu væntað ein vøkstur á góð 2%, men endaliga úrslitið varð ein vøkstur á 3,6%. Oljuútreiðlsurnar vórðu eisini lægri enn væntað, og tí er úrslitið betur enn okkara upprunaligu fíggjarætlan, greiðir Klæmint Weihe frá.
Eginognin hjá SEV er 279 mio. krónur, og langafreista skuldin er 226 mio. krónur. Tá harðast leikaði á fyrst í nítiárunum, var skuldin hjá SEV slakar 800 mio. krónur, men nú vit skriva 2004 er skuldin undir einari álíkning.

Fylgja oljuprísinum
Høgi oljuprísurin í løtuni ávirkar eisini fíggjarstøðuna hjá SEV. Á rakstrarroknskapinum fyri 2003 svaraði oljuútreiðslurnar hjá SEV til slakar 53 mio. krónur.
-Tað er ómetaliga torført at vita, hvussu oljuprísurin fer at vera. Í løtuni er hann rættiliga høgur, og av tí, at oljuútreiðslurnar hjá okkum er ein stórur fíggjarpostur, mugu vit fylgja gongdini gjølla, sigur Klæmint Weihe.
Oljuprísurin liggur í løtuni um góðar 40 dollar/tunnuna, og hetta er væl hægri enn oljuprísurin hevur verið seinastu árini. Oljuframleiðandi londini mæltu herfyri til, at prísurin lækkar aftur til vanliga prísin á 25-30 dollar/tunnuna.