SEV vil hækka streymprísin

SEV er í løtuni í holt við at leggja fíggjarætlan fyri komandi ár, og í hesum sambandi hava samráðingar leingi verið millum leiðsluna í SEV og elveitingareftirlitið um møguleikan at hækka streymprísin, so elfelagið betri gerst ført fyri at røkka málinum um, at 75% av streymnýtsluni á landi í 2020 skal koma frá varandi orkukeldum

SEV

Tá elfelagið SEV fer at hava aðalfund hin 20. november, skal fíggjarætlanin fyri 2010 fyriliggja.
Í fjør søkti SEV um loyvi at hækka elprísin við 4 oyrum fyri hvønn kilowattíma, men elveitingareftirlitið sýtti felagnum hesa hækking.
Nú nýggj fíggjarætlan fyri 2010 skal leggjast, hevur felagið ikki formelt søkt um loyvi at hækka streymprísin, men Páll á Reynatúgvu, formaður í SEV-stýrinum, sigur, at leiðslan í elfelagnum hevur verið á fleiri samráðingarfundum við elveitingareftirlitið.
- Millum tey mál, sum vit hava viðgjørt, er ein hækking í streymprísinum., ásannar hann.
Elveitingareftirlitið er lutfalsliga nýtt. Eftirlitið varð skipað eftir nýggju elveitingarlógini, og formaður í eftirlitinum er stjórin í Fjarskiftiseftirlitinum, Jógvan Thomsen.
Páll dylur ikki fyri, at SEV aftur í ár hevur eitt ynski um, at elprísurin hækkar, og felagið vónar, at tað fundarvirksemi, sum hevur verið millum leiðsluna í felagnum og elveitingareftirlitið, hevur skapt forstáilsi fyri ynsktu hækkingini í streymprísunum.

Kostar pening
SEV-stýrisformaðurin sigur, at skulu Føroyar liva upp til málið, vit hava sett okkum, at 75% av elnýtsluni á landi skal koma frá varandi orkukeldum í ár 2020, krevur hetta stórar íløgur og stórar útbyggingar, bæði innan vatn, vind, alduorku og vónandi eisini sjóvarfallsorku.
Páll á Reynatúgvu vísir á, at tað er nógv bíligari at útbyggja við termiskari orku, sum eru motorar og olja enn at byggja út við varandi orkukeldum.
- Hinvegin vita vit øll, at oljan fer at gerast dýrari, og vit vita eisini, at termisk orka dálkar okkara umhvørvi og okkara heim.
Hann vísir á, at líkamikið, um vit í størri mun enn í dag leggja okkum eftir varandi orkukeldum – ella vit leggja okkum eftir at útbyggja við termiskari orku, fer elprísurin at hækka.
- Tað er kostnaðarmikið at byggja út við varandi orkukeldum, og vit vita eisini, at oljuprísirnir fara at hækka aftur, tó at vit ikki vita nær. Allur heimurin veit, at elprísirnir fara ikki at lækka, men hækka, leggur hann aftrat.

Miljardaíløga
Páll á Reynatúgvu væntar, at íløgurnar, sum elfelagið noyðist at gera fram til ár 2020, um vit skulu røkka málinum um tey 75%, sum eru sett út í kortið, verða umleið 1,2 miljardir krónur.
- Vit hava tí ynski um, at elprísurin kann hækka við 4 oyrum fyri hvønn kilowattíma um árið, so møguleikar verða at røkka hesum máli, sigur SEV-stýrisformaðurin.