Roknskapur
Árið í fjør hilnaðist illa fíggjarliga hjá Elfelagnum SEV.
Tað vísir roknskapurin fyri 2008, ið varð lagdur fram á ársaðalfundi felagsins á Hotel Føroyum fyrrapartin. Rakstrarúrslitið gjørdist eitt hall uppá 31,1 mió. kr. móti einum avlopi uppá umleið 12 mió. kr. í 2007. Í fíggjarætlanini fyri 2008 varð roknað við einum rakstrarhalli uppá slakar 2 mió. kr.
- Útreiðsluvøksturin stavar fyrst og fremst frá óvanliga høgum oljuprísum, sum vóru í hæddini á sumri 2008, umframt frá øðrum viðurskiftum, sum td. vanligum lønar- og prísvøkstri og frá serligum rakstrarútreiðslum, sum ikki koma fyri ár um ár, sigur SEV-leiðslan í viðmerkingunum til roknskapin.
Oljuútreiðslurnar vóru 119,9 mió. kr. móti 72,6 mió. kr. árið fyri.
Í fíggjarætlanini hjá SEV fyri 2009 verður roknað við einum rakstraravlopi uppá 57,9 mió. kr. fyri avskrivingar uppá 50 mió. kr. ella 7,9 mió. kr. eftir avskrivingar.
Metingarnar av inntøkuni fyri 2009 byggja á, at SEV fær loyvi at hækka allar elprísir 4 oyru/kWh frá 1. januar 2009, og at elnýtslan verður tann sama sum í fjør.
Hinvegin er ikki líkt til, at SEV fær loyvi frá myndugleikunum at hækka elprísirnar, og tí verður inntøkan helst einar 10 mió. kr. minni enn ásett í fíggjarætlanini.










